5 tær bestu - Flóvin E. Viderø, Løg, ið vara

Flóvin E. Viderø er ein av bestu yngru føroysku tónasmiðjunum, sambært honum eru tey bestu løgini, løg ið vara ævigt. Vit hava biðið Deja Vuaran um at velja fimm tey bestu føroysku løgini.

Flóvin E. Viderø er saman <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Líggjas Olsen"$?$end$!$Líggjas Olsen</st1:PersonName$?$end$!$ ein av monnunum handan inniliga og vakra tónleikin hjá Deja Vu. Hann hevur síðan bólkurin fyrstu ferð gjørdi ordliga vart við seg í Prix Føroyum 2003, verið sæddur sum ein tann fremsti og inniligasti sangskrivarin á føroyska tónleika pallinum.

Løg, ið vekja ans
Fyrsta fløgan hjá Deja Vu, ið kom út í fjør, varð vald besta fløga í 2006 av lesarum hjá Dimmalætting, og hon var millum bestu fløgurnar á Planet Awards. Bæði í Føroyum og í útlandinum hava løgini hjá bólkinum vakt ans. Eitt nú varð Jesper Binzer sangari í stóra danska rokkbólkinum D:A:D heilt bergtikin av Deja Vu fløguni, tá hann vitjaði í Føroyum í januar.

Á konsertferð
Seinastu vikuna hevur Deja Vu verið  í Íslandi, har bólkurn hevur spælt fimm konsertir, umframt í íslendskum sjónvarpi. Konsertirnar hava verið á Akureyri, í Reykjavík og í Keflavík. M.a. saman við øðrum føroyskum bólkum á stóra AME tiltakinum í NASA. Seinastu vikurnar hevur tónleikurin hjá Deja Vu verið, nógv at hoyrt í Íslandi.
Vit hava fingið orð á Flóvin E. Viderø, og prátaðu við hann um góðar sangir og um sangskriving.

Hevur seg sjálvan við
Men hvussu arbeiðir ein av fremstu føroysku sang skrivarunum við sínum løgum. Flóvin greiðir frá, at tá hann skrivar tónleik, byrjar hann næstan altíð við einum riffi. Riffini fær hann íblástur til úr ymiskum upplivingum, ofta er tað úr filmum, ið hann sær, ella úr náttúruni. Eg brúki meg sjálvan, tá eg skrivi. Ting, sum eg havi upplivað, og eisini onkuntíð ting, sum fólk eg kenni, hava upplivað.  Eg vil, at tónleikur og orð skulu vera innilig. Tað sum eg skrivi skal passa, ella um tað er fiktivt, so skal eg føla, at tað er veruligt., sigur Flóvin.

Góð løg vara ævigt
Vit bóðu Flóvin velja tey fimm føroysku løgini, ið hann helt vera tey bestu. Flóvin sigur, at góð løg vara við. Tey doyggja ongantíð. Hann valdi tí fimm løg, ið hava hendan eginleikan, fimm sterk løg, ið eru flott skrivaði og væl útsett. Eisini er samanhangurin millum tekst og lag góður.
5 tey bestu føroysku løgini sambært Flóvin E. Viderø eru:

Ljóðmynd, Terji & Føstufressar
Fløga: Terji  & Føstufressar
Lag: <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Terji Rasmussen"$?$end$!$Terji Rasmussen</st1:PersonName$?$end$!$
Orð: Anker Eli Petersen

Útgávan hjá Terji & Føstufressum er Føroya gull, ein varið. Hon hevur so ótrúliga nógv magiskt yvir sær á øllum frontum, løgini, orðini, sangurin og spælið. Her er so nógv gott at siga um alla fløguna. Men um eg skal velja eitt lag fram um hini, so er tað Ljóðmynd. Tað virkar, sum um yrkingin er fødd til lagið, og lagið er føtt til yrkingina. Orðini liggja so væl til lagið og lagið gevur orðunum so nógva meining.

Náttarravnar, Moirae
Fløga: Moirae
Lag: <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Kaj Johannesen"$?$end$!$Kaj Johannesen</st1:PersonName$?$end$!$
Orð: Annika Lávík

Moirae var ein bólkur mær dámdi væl. Serliga fyrra fløgan er ordiliga góð. Hon er nokkso 70araslig. Eg lurti enn ofta eftir henni. Hon er gjøgnumførd og virkar sum ein heild, eisini sjálvt um talan er um fleiri ymiskar sangskrivarar og sangarar.
Mær dámar væl <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Kaj Johannesen"$?$end$!$Kaj Johannesen</st1:PersonName$?$end$!$, hann dugur væl at smíða løg. Lagið Náttarravnar hevur okkurt yvir tí, ið varar ævigt. Her rigga orð og lag sera væl saman.

Vøgguvísa, Ólavur Jacobsen og onnur
Fløga: Tornið við Heimsins Enda
Lag: Ólavur Jacobsen
Orð: William Heinesen

Vøgguvísa er besta lagið sum pápi mín, Ólavur Jacobsen hevur skrivað. Tað rørir meg upp um fjøll. .Hann hevur annars skrivað eina rúgvu av løgum. Í Vøgguvísu, rigga  lag og yrking sera væl saman. Eg haldi eisini, at yrkingin er stak væl umsett til føroyskt  Fløgan Tornið við Heimsins Enda er ein verkætlan við løgum, ið pápi mín hevur gjørt til tekst eftir William Heinesen.

I Know I Have To Listen, Charles Gade & Pianoholdet.
Fløga: Komið øll við
Lag: Charles Gade
Orð: Michael Drud

I Know I Have To Listen hjá Charles Gade & Pianoholdet er eisini eitt lag, sum varar við. Tað hevur nakað at siga. Eg haldi lagið í sær sjálvum er ordiliga deiligt og lekkurt. Tað rørir mítt hjarta og skapar eitt ávíst sorgblídni, ikki bara hjá mær, men tey flestu, sum eg kenni, hava tað soleiðis við hesum lagnum. Sangarin syngur so inniligt, at tú verður rørdur.

Hvítar Flykrur, Frændur
Fløga Frændur II
Lag: <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Ey?un Nols?e"$?$end$!$Eyðun Nolsøe</st1:PersonName$?$end$!$
Orð: Steintór Rasmussen

<st1:PersonName w:st="on" ProductID="Ey?un Nols?e"$?$end$!$Eyðun Nolsøe</st1:PersonName$?$end$!$ imponerar á Hvítar Flykrur, bæði gittar arrangementi og lagið sjálvt er heilt øgiliga gott. Orðini eru eisini sera fitt og eitt sindur móðurlandskend. Frændur er fólkaogn, eg vaks upp við Frændum, og kanska serliga fløguni 80ini. Eg havi upplivað bólkin á so ræðuliga nógvum konsertum, og sungið Frændur sangir í so øgiliga nógvum ballum. Hetta er bólkur, sum hevur havt eitt heilt serligt pláss í mínum lívi.