Foreldur at hesi lítlu gentuni, vildu ikki hava nakað við hana at gera tá hon varð fødd, m.a. tí at hon var blind. Tað førdi við sær, at tey tveittu hana út. Nú er hon eitt sokallað undurbarn frammanfyri klaverinum.
Longu sum 3-ára gomul visti hendan lítla koreanska gentan, at hon hevði nakra serligar eginleikar. Hon dugdi nevniliga longu tá at spæla sum ein eingil á klaver, uttan at hava fingið nakra undirvísing. Adoptivmamma hennara var so hugtikin av hesum, at hon meldaði fosturdóttur sína til eitt suðurkoreanskt talent-show. 5-ára gamla blinda gentan vann hesa kappingina, og fólk í túsunda tali hava síðani notið at hoyrt hana spælt, m.a. á youtube.