5 minuttir er nokk

Venjing í fáar minuttir við høgum intensiteti er eins effektiv, sum vanlig venjing í ein tíma

Í fjør fór Magni Mohr undir sonevndu SOS-granskingarverkætlan sína. SOS stendur fyri Svim Og Spæl, og fyrstu úrslitini frá kanningini verða nú almannakunngjørd.

 

Grein er prentað í tíðarritinumm, BioMed Research International, og her verða tveir ymsir venjingarhættir sammettir.

 

62 kvinnur tóku her lut í svimjivenjingum, og var talan um kvinnur, ið ikki vandu regluliga, og sum høvdu tekin upp á minkandi hjarta-kar heilsustøðu.

 

 Annar venjingarbólkurin svam í 1 tíma við hóvligum intensiti, meðan hin bólkurin bert framdi 6-10 intervallir (30 sekundirs spurtir) við 2 minuttum av hvíld ímillum. Báðir bólkar vandu 3 ferð um vikuna í 15 vikur. 

Fyrsta vísindaliga greinin vísir, at báðir bólkar høvdu eitt stórt fall í blóðtrýsti (4-6 mmHG í systoliskum blóðtrýsti í miðal), meðan eitt fall var víst í totalum kropsfeitti (1-2 kg í miðal) og vøddamassin øktist í miðal umleið 1.5 kg. Víst varð eisini, at hjartafunktión í hvíld og kropsligum arbeiði var munandi betrað eftir venjing, og at bæði renni- og svimjiavrik vóru nógv betrað (13-58%). Samstundis varð víst, at tær kvinnur, sum áðrenn kanningarnar høvdu ov høg blóðkolesterolvirðir høvdu eitt fall aftaná tær 15 vikurnar.


Kanningin vísir, at bæði langtíðar- og stutt-tíðar intervalsvimjing við høgum intensiteti eru effektivir venjingarhættir at betra um hjarta-kar heilsustøðuna hjá miðalaldrandi kvinnum, ið ikki venja. Áhugavert er, at stutt-tíðar intervalsvimjing (bert 3-5 minuttir av effektivari svimjing) við sera høgum intensiteti hava líka stóra effekt, sum hóvlig svimjing í 1 tíma. Svimjing kann tískil tilmælast sum effektiv viðgerð av fólki við hjarta-kar-heilsu trupulleikum. Styrkin við svimjivenjing er, at venjast kann lutfallsliga hart uttan at liðir og vøddar verða strongdir í líka stóran mun sum t.d. renning og styrkisvenjing. Mælt verður til, at intens intervalsvimjing er partur av tílíkari viðgerð.