5 miljónir krónur til barnagarð

Nes kommuna hevur nú samtykt fíggjarætlanina fyri 2011, har 26,8 miljónir krónur eru settar av til rakstur - og slakar 5,6 miljónir krónur til íløgur. Samlaðu skattainntøkurnar hjá Nes kommunu í komandi ári eru mettar til 31,5 miljónir krónur.

Á íløgusíðuni ætlar kommunan í fyrsta lagi at fremja eina uppíbygging av barnagarðinum.

Henda íløga verður umleið 5 miljónir krónur og fer avstað við at kalla allari íløguætlanini hjá kommununi í komandi ári.

Samlaðu íløgurnar í 2011 verða slakar 5,6 miljónir krónur.

Skattaprosentið verður óbroytt á 20,5%, og barnafrádrátturin verður somuleiðis óbroyttur á 5.000 krónum.

Nettoskuldin hjá Nes kommuni er í 2010 komin undir eina álíkning.