5. leikumfar er av

5. leikumfar í Effodeidini er av. Her fæst eitt yvirlit yvir gongdina og málskjúttarnar í ymsu dystunum.

 

KÍ - TB 0-0 (Byrjaði klokkan 17.00)

Dómari: Ransin N. Djurhuus

90. min: Liðugt! Dysturin endaði málleysur 0-0. KÍ hevði ein 100 prosent kjans at móti dystarenda, men frísparksinnleggið var ikki gagnnýtt skilagott.

61. min: Gongdin er tann sama sum í fyrra hálvleiki, har spælið er óskipað, fyri ikki at siga vánaligt. Tó so hava liðini havt sínar kjansir. TB hevur stútað eitt hornasparksinnlegg uppum, meðan Stojkovic vardi væl fyri hjá teimum, tá Andy Olsen og Kristoffur Jacobsen spældu seg ígjøgnum.

45. min: Hálvleikur! Tað er málleyst í Klaksvík, nú farið er til hálvleiks. Hesa síðstu løtuna hevur TB trýst eitt sindur, men einki mál er komið burturúr.

19. min: Heimaliðið KÍ hevur havt bóltin nógv, sum fyri tað mesta eisini hevur verið á TB-hálvuni. Onkur hálvur møguleiki er eisini staðin av hesum, men tað er málleyst í Klaksvík enn.

KÍ: Andras Gango – Álvur Christiansen, Jógvan Isaksen, Sørmund Kalsø, Ísak Simonsen – Philip Djordjevic, Hjalgrím Elttør, Henry Heinesen, Andy Olsen – Kristoffur Jacobsen, Páll Klettskarð.

TB: Ivan Stojkovic – Eirikur Magnussen, Óli Johannesen, Dmitri Jankovic, Hanus Mortensen – Dan Mortensen, Bárður Dimon, Rógvi Joensen, Martin Tausen, Gilli Sørensen – Bojan Timic

 

FC Suðuroy - B68 0-1 (0-0) (Byrjaði klokkan 15.30)

Dómari: Lars Müller

90. min: Liðugt! B68 hevur vunnið á FC Suðuroy í Vági. Sostatt fara toftamenn norður aftur við trimum stigum í skjáttuni.

60. min: 0-1! B68 hevur lagt seg á odda í Suðuroy. Tað var Christian Høgni Jacobsen, sum stútaði bólt frá Einari Hansen í netið, eftir at B68 avgreiddi hornaspark skjótt og greitt.

 

Dystirnir í 5. umfari í Effodeildini við dystarbyrjan klokkan 15.00 vóru hesir:

 

ÍF - Víkingur 1-2 (0-1)

Dómari: Dagfinn Forná

90. min: Liðugt! Víkingur hevur vunnið 1-2 í Fuglafirði. Tað stóð á gomlum nøglum at enda, tí ÍF tveitti Bartal Eliasen fram í álopið seinastu løtuna, umframt at málverjin Jákup Mikkelsen eisini kom framvið í deyðbóltsstøðum. ÍF var eisini nærvið, men tað eydnaðist ikki teimum at fáa útjavnandi málið!

80. min: 1-2! ÍF hevur minkað um munin og spenningur er aftur í Fuglafirði. ÍF fekk hornaspark í vinstru, bólturin varð lagdur aftur til handaru stong, har miðverjin Høgni Zachariasen var hægstur og stútaði í málið!

67. min: 0-2! So hevur Víkingur økt um leiðsluna! Hjartvard Hansen hevur skorað frálíkt kontramál fyri Víking, har hann gjørdi stóran part av arbeiðinum sjálvur. Hetta kemur eftir, at ÍF hevur havt hampiligt tak á dystinum og Víkingur hevur satsað upp á kontra.

45. min: Hálvleikur! Gestirnir og grannarnir úr Leirvík og Gøtu eru á odda, nú steðgur er í Fuglafirði.

40. min: Basene hevur lagt Víking á odda við vøkrum máli. ÍF hevur annars verið minst líka væl við sum Víkingur, men tað eru altso gestirnir, sum hava gjørt fyrsta málið í 6. umfari.

ÍF: Jákup Mikkelsen – Áki Petersen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen, Jan Ellingsgaaard – Frank Poulsen, Karl Løkin, Thomas Asmussen, Nenad Saric – Clayton Soares (46. Dánjal á Lakjnui) , Simon Skibsted.

Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Sølvi Vatnhamar, Evrard Ble, Niclasen Niclasen, Fritleif í Lambanum, Hjartvard Hansen – Joseph Basene.

 

NSÍ - HB 2-4 (2-0)

Dómari: Eiler Rasmussen

90. min. Liðugt! Eftir at NSÍ gjørdi tvey mál í fyrra hálvleiki, kom HB sterkt aftur og skoraði fýra mál á rað. Sostatt fingu teir eisini sigur við sær til høvuðsstaðin.

90. min. 2-4! HB hevur økt um leiðsluna og sigurin fer til Havnar. Andrew av Fløtum hevur staðfest sigurin, tá hann fekk bóltin í netið við handaru stong.

87. min: 2-3! HB hevur lagt seg á odda. Dysturin er vendur á høvdið nú beint fyri leiklok, tá Hallur Hansson skoraði beinleiðis frísparki.

85. min: 2-2! So er javnt við Løkin í Runavík. Hallur Hansson, sum eisini vann HB brotsspark, ið teir tó misnýttu, hevur javnað við skoti úr vinstru.

75. min: 1-2! HB er við aftur í dystinum, eftir at Andrew av Fløtum var framvið og fekk bóltin í kassan eftir frísparksstøðu.

65. min: Enn eitt brotsspark til HB, men tað eydnast ikki Vagni Mohr Mortensen at umseta til mál. Kristian Joensen er sannur brandur í málinum!

45. min. Hálvleikur í Runavík. Fróði Benjaminsen hevur fyri steðgin vunnið brotsspark til HB, men NSÍ-málverjin, Kristian Joensen, bjargaði skotinum frá Christian R. Mouritsen!

44. min. 2-0: Klæmint A. Olsen. Við lágum skoti, tætt við fremru stong, økir Klæmint til 2-0.

43. min. 1-0: Árni Frederiksberg. Fríspark beint uttan fyri HB-brotsteigin í høgru síðu. Árni skjýtur bóltin í yvirliggjaran og inn. Sera vakurt mál!

NSÍ: Kristian Joensen – Monrad Holm Jacobsen, Helgi L. Petersen, Jens Joensen, Sjúrður Jacobsen – Ari Ó. Ellingsgaard, Jann Martin Mortensen, Óli Arge, Árni Frederiksberg – Klæmint A. Olsen, Magnus H. Olsen

HB:

 

B36 - EB/Streymur 1-2 (0-0)

Dómari: Petur Reinert

90. min: Liðugt! EB/Streymur hevur vunnið 1-2 á útivølli í móti meistarunum í B36.

74. min: 1-2! Spenningurin livur av álvara í Gundadali! B36 hevur minkað um leiðsluna, tá Jonas Flindt Rasmussen stútaði hornaspark í netið!

71. min: 0-2! Avloysarin hjá Arnbjørn í álopinum, Leif Niclasen, foldar seg út av álvara og hevur økt um leiðsluna. B36 misti bóltin í uppspælinum, EB/Streymur vendi skjótt, men Meinhardt Joensen bjargaði skotinum frá Arnar Dam. Tó slapp hann ein retur og Leif Niclasen var kvikur á hesum og økti til 0-2

65. min: 0-1! EB/Streymur hevur lagt seg á odda við máli frá Leif Niclasen. Leif smekkaði til fyrstu ferð eftir innlegg, sum B36 ikki megnaði at rudda burtur.

45. min: Hálvleikur! B36 hevur havt bóltin mest og eisini rakt stongina eftir deyðbóltsstøðu, men tað er altso málleyst í Gundadali!

43. min: Fyrri hálvleikur í Gundadali er næstan av og hann endaði málleysur. EB/Streymur, sum er nógv darvað av skaðum, liggur djúpt og verjir væl. B36 hevur bóltin meira, men hevur ikki spælt seg fram til stórar møguleikar. Tað hevur EB/Streymur hinvegin. Levi Hanssen hevur verið púra leysur við Meinhardt Joensen, men málverjin vardi væl, og so hevur Hans Pauli Samuelsen havt vandamikla frísparksroynd, sum Meinhardt eisini tók.

B36: Meinhardt Joensen– Bárður Olsen, Jonas Flindt Rasmussen, Atli Danielsen, Símun Joensen – Heini í Skorini, Klæmint Matras, Róaldur Jacobsen, Súni Olsen – Lukasz Cieslevics, Símun Hansen.

EB/Streymur: René Tórgarð – Jonhard Frederiksberg, Marni Djurhuus, Egil á Bø, Árni Grunnveit Olsen – Levi Hanssen, Sorin Anghel, Niels Pauli Danielsen, Pauli G. Hansen (Arnar Dam), Hans Pauli Samuelsen – Leif Niclasen.

 

Støðan undan 5. leikumfari:

B36, Víkingur og ÍF 10 stig

HB 8 stig

EB/Streymur 5 stig

NSÍ 4 stig

B68 3 stig

KÍ 2 stig

FC Suðuroy og TB 1 stig