5-6 línuskip landa í vikuni

Fiskamarknaður Føroya hevur í dag gjørt sær sínar metingar um, hvussu næsta vika fer at vignast.

Um línuskipini verður sagt, at eini 5-6 skip eru væntandi inn at landa. Trý línuskip koma væntandi mánadagin. Tey hava mest tosk og blálongu. Seinni í vikuni koma helst eini 2-3 línuskip aftrat, og tey koma at hava mest av toski og hýsu.

- Línuskipini, sum eru inni í løtuni, fara helst út aftur um vikuskiftið, sigur marknaðurin.

Um útróðurin verður sagt, at streymurin batnar út á vikuna, og veðrið verður hampiligt. Tí kann væntast, at nakað verður av útróðri.

- Fýra djúpvatnstrolarar fiska upsa og svartkalva og verða helst inni seint í vikuni. Ein fiskar kongafisk og svartkalva og kemur ætlandi inn at landa mánadagin.

Fiskamarknaður Føroya sigur, at allir partrolararnir fiska upsa. Onkur hevur eisini roynt á djúpri vatni eftir svartkalva.

- Fiskiskapurin eftir upsa er smáligur, men partrolararnir koma inn, sum vikan gongur, verður lagt aftrat.

Tveir trolbátar eru á Skeivabanka. Veiðan er mest havtaska, toskur og upsi. Hinir liggja allir inni, men væntandi fer onkur út í vikuni, helst á Skeivabanka.

Um garnaskipini sigur Fiskamarknaður Føroya, at tvey skip fiska havtasku og landa miðskeiðis í vikuni.