Áhugin fyri ovastevnu, sum varð hildin um vikuskiftið, hevur eftir øllum at døma ikki verið minni í ár enn undanfarin á. Veðrið var gott, og nógv fólk leitaðu sær út um fjørðin, bæði við strandfaraskipinum, Ternuni, Norðlýsinum og øðrum bátum, sum sigldu við fólki um fjørðin.
Á Strandfaraskipum Landsins vita tey at siga, at samlaða talið av fólki, sum sigldu um Nólsoyarfjørð við Ternuni fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin, var 5.325.
- Út um fjørðin hesar dagar fluttu vit tilsamans 2.343 fólk, og flutningurin inn um fjørðin var tilsamans 2.982 fólk.
Lakasti dagurin til flutning um ovastevnuna var fríggjadagurin. Tá flutti Ternan 273 fólk út um fjørðin - og 149 fólk inn um fjørðin.
Á Strandfaraskipum Landsins vísa tey á, at onnur skip og bátar eisini tóku sær av flutningi av ferðafólki um Nólsoyarfjørð á ovastevnu, og tí hevur samlaða talið, sum ferðast út og inn um Nólsoyarfjørð í vikuskiftinum, verið væl størri enn tey tilsamans 5.325, sum ferðaðust við Ternuni.