5.000 krónur fyri at hoyra Clinton og Blix

Tað fer at kosta 5.000 krónur at hoyra fyrrverandi forsetan Bill Clinton og fyrrverandi vápnaeftirlitsmannin Hans Blix tosa um heimsviðurskifti, tá teir koma higar í mai. Sambært Dimmalætting er tað neyðugt at taka 5.000 krónur fyri hvørt atgongumerki, um tiltakið skal hanga saman fíggjarliga.

Blaðið skrivar eisini, at Bill Clinton setur sum minstamrak fyri at halda ein fyrilestur, at hann fær umleið eina millión krónur afturfyri.

Pláss er fyri 500 áhoyrarum í Norðurlandagúsinum, og Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum, sigur, at hóast 2,5 milliónir krónur verða kravdar í atgongumerkjagjaldi, so er tað ikki nógv, tá hugsað verður um, hvørjir menninir eru. Hann leggur afturat, at tiltakið fer ikki at geva avlop.

Clinton og Blix koma til Føroya úr Bergen. Har skulu teir eisini halda fyrilestur, og norsk bløð skrivaðu herfyri, at atgongumerkini kostaðu millum 1.900 og 2.900 norskar krónur.