5.000 km í rullistóli

Tann 65 ára gamli russarin Vladimir Ksenchak kom fyrradagin til Madrid eftir at hava koyrt hagar allan vegin úr Moskva. Teinurin er 5.000 kilometrar.

Vladimir Ksenchak greiddi sponsku tíðindafólkunum frá, at hann hevði verið noyddur at skifta dekkini á rullistólinum tvær ferðir. Tann tyngsti teinurin var at sleppa ígjøgnum fjallalendið ímillum San Sebastian og Madrid, segði hann, men annars hevði ferðin gingið væl. Hann fór úr Moskva tann 11. juni, og á ferðini hevði hann ferðast ígjøgnum Hvítarussland, Póland, Týskland, Niðurlond, Luksenburg og Frakland, áðrenn hann kom til Spania.

Upprunaliga hevði Vladimir Ksenchak ætlað sær at halda leiðina fram til Lissabon, men hann hevur gjørt av at gevast í Madrid. Tá tíðindafólkini vildu hava at vita, hví hann hevði slept tí seinasta teininum, svaraði tann 65 ára gamli russarin, at hann væntaði ikki, at koyristólurin fór at klára ferðina til portugisiska høvuðsstaðin.