Í morgun kundi Vágatunnilin skráseta akfar nr. 5.000.000, sum hevur gjørt nýtslu av Vágatunlinum.
Í hesum sambandi valdi Vágatunnilin at markera hesa hending við at steðga hepna bilføraranum, beint sum hann hevði koyrt framvið gjaldstøðini og varð skrásettur sum nr. 5.000.000. Hepni bilførarin var Erling Johansen og konan Julia Johansen úr Miðvági. Tey fingu handað ein kubba við 40 túrum og blómutyssi. Eisini fingu tey gávukort, so tey kunnu fara - 4 fólk - at fáa sær ein betri bita á hotel 62oN. Erling og Julia høvdu ørindi í Havn og tey gjørdist ikki sørt skakk tá tey vóru steðgað, beint sum tey komu úr Vágatunlinum.
Vágatunnilin lat upp fyri ferðslu 10. desember 2002. Sostatt hava meira enn 500.000 akfør í miðal árliga koyrt gjøgnum tunnilin. Fyrsta árið tunnilin var opin, koyrdu gott 360.000 akfør ígjøgnum tunnilin. Í 2011 koyrdu 593.000 akfør í tunlinum. Til samanberingar kann sigast, at seinastu árini, tá SAM røkti siglingina um Vestmannasund, flutti hann um 100.000 akfør árliga.
Leygardagin 1. september verður frítt at koyra í Vágatunlinum.