490 milliónir til Landssjúkrahúsið

Løgtingið samtykti í dag at byggja út og nútímansgera Landssjúkrahúsið fyri 489,3 milliónir krónur.

Samtykta verklagslógin slóðar fyri, at projekteringin av nýggja H-bygninginum kann fara í útboð beinanvegin. Talan er um eina verklagslóg, ið byggir víðari á verklagslógina frá 2008 um at høvuðsumvæla, útbyggja og nútíðargera Landssjúkrahúsið.

Nýggi bygningurin, ið sum nevnt fær heitið H-bygningurin, verður niðanfyri núverandi B-bygning oman móti Sandágerði. Samstundis verður meginparturin av virskeminum hjá Landssjúkrahúsinum omanfyri J.C. Svabosgøtu lagt niður. Á hendan hátt verður virksemið á sjúkrahúsinum savnað. Verkætlanin fevnir millum annað um nýggjan psykiatriskan depil, nýggjar seingjadeildir og burðastovur, og nýggj høli til rehabilitering. Arbeiðið skal vera liðugt í 2019.

Eftir ætlan verður projekteringin av nýggja H-bygninginum boðin út í næstu viku, upplýsir Heilsumálaráðið.

Í mun til uppskotið, sum var samtykt við 2. viðgerð, er møguligur prísvøkstur ikki tikin við í uppskotið, ið løgtingið samtykti við 3. viðgerð fyrrapartin.

Í broytingaruppskoti til upprunaligu verklagslógina siga seks tinglimir:

- Uppskotið hevur lagt upp fyri einum prísvøkstri frá 2012 upp á kr. 63 mió. Løgtingið samtykti til 2. viðgerð at minka hesa upphædd við kr. 30 mió. Undir viðgerðini hevur landsstýrismaðurin víst á, at broytingin fær tær avleiðingar, at verkætlanin má broytast í mun til upprunaligu ætlanirnar, umframt at sjálv byggingin verður seinkað. Tá landsstýrismaðurin ikki sær seg føran fyri at fremja verkætlanina, sum upprunaliga ætlað, meta limirnir í Fíggjarnevndini skipanina við at leggja upp fyri prísvøkstri í verklagslógini vera illa egnaða til eina so stóra verkætlan yvir so langt tíðarskeið. Tí verður skotið upp at taka upphæddina fyri prísvøkstur burtur úr uppskotinum.

Hetta broytingaruppskot varð einmælt samtykt. Tað merkir, at løgtingið hevur samtykt eina verklagslóg, ið heimilar landsstýrismanninum í heilsumálum at byggja út og nútímansgera landssjúkrahúsið fyri 490 milliónir krónur næstu seks árini.