Tað hevur verið rættiliga nógvur vindur nógvastaðni í kvøld, men tann harðasta hvirlan var í Klaksvík.
Tað var klokkan 21.20, at vindmátarin, sum Landsverk hevur í Klaksvík, setti dagsins met, tá hann máldi 48,9 metrar um sekundið. Tað var nógv tann harðasta hvirlan, men annars var mesti vindur í Klaksvík um 30 metrar um sekundið. Ættin var landssynningur.
Men tað eru ikki bara í Klaksvík, at vindmátararnir hjá Landsverki hava svingað upp og niður. Klokkan 21.20 vísti vindmátarin við Stórutjørn 31 metrar um sekundið, í Porkeri vóru 29 metrar um sekundið, og á Norðadalsskarði og á Høgareyni var mesta vindferðin 27 metrar um sekundið.
Mesta vindferðin í Sandoynni var 24 metrar um sekundið, og á Krambatanga máldi vindmátarin 22 metrar.