- Landsverk hevur havt 31 byggifyritøkur, 11 fyritøkur innan innbúgv og 7 reingerðarfyritøkur í toyminum at byggja Glasir, segði Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, tá ið hann vegna Landsverk fyri løtu síðani formliga handaði skúlan til Mentamálaráðið.
Hann greiddi í røðuni frá, at í stóra byggjarínum hava ymiskar avbjóðingar, sum vera man, verið. Eitt nú var ein roknifeilur, sum leiddi til, at berandi konstruktiónir máttu roknast á nýggjum. Stjórin nevndi millum avbjóðingarnar, at arbeiðssteðgur hevur verið, at mál hava verið í Gerðarættinu og tað er eingin loyna, at trupulleikar hava verið millum partar í byggjarínum og tí takkaði Ewald Kjølbro teimum fyritøkum, sum traðkaðu til, tá ið harðast leikaði á.
Sí myndirnar av Glasi undir greinini her.