Akstovan hevur í dag latið politistøðunum kring landið 483 mál um vegskattaeftirstøður til at taka nummarspjøldrini av akførum, sum enn ikki hava goldið vegskatt fyri fyrra hálvár 2019. Hesum boðar Akstovan frá í dag.
- Kann eigarin av akfarinum ikki vísa kvittan fyri goldna vegskattaeftirstøðu tekur politiið nummarspjøldrini av akfarinum, skrivar Akstovan í hesum sambandi.











