Í summar fær Havnin vitjan av 48 ferðamannaskipum ymsastaðni frá. Tórshavnar Havn sigur, at hetta er sum tað plagar at vera. Talið hevur verið rættiliga støðugt, upp ímóti 50 skipum um árið, sigur Tórshavnar Havn.
Tað fyrsta skipið hevur verið, tað var Discovery, sum var her 6. Mai. Í løtuni liggur eitt av teimum minnu skipunum, Quest á Bursatanga og tað fer av stað aftur í morgin. Tað er Quest, sum er á myndini.
Og seinni í mánaðinum koma trý afturat, men tey flestu skipini koma í næsta mánað, í juni, tá ið 14 skip koma.
Í juli mánað koma 13 skip og í august koma 11 ferðamannaskip á Havnina. So fer at álvara at fánað burtur aftur og í september koma fimm ferðamannaskip á Havnina
Seinasta ferðamannaskipið, sum kemur á Havnina í summar, er Norwegian Star, sum kemur 27, september og steðgar í seks tímar.
Størsta skipið, sum kemur á vitjan í høvuðsstaðin í summar, er Celebrety Infity, sum er 294 metrar langt.
Tað kemur á Havnina leygarmorgunin 16. Juli, klokkan 10 og steðgar her í seks tímar, til tað loysir aftur klokkan 18. Men tað er eingin trupulleiki, tí Molin er yvir 400 metrar, siga tey á havnarskrivstovuni.
Tey vita ikki, hvussu nógv ferðafólk eru við skipunum, tí tað fáa tey ikki at vita fyrrenn so hvørt.
|