Í Filipsoyggjunum eru myndugleikarnir í ferð við at fáa yvirlit yvir skaðan av teirri tropisku ódnini Bohpa, sum herjaði syðra part av landinum og serliga oynna Mindanao fyrr í vikuni. Fyribilstøl vísa, at í minsta lagi 477 fólk eru deyð, og at umleið 250.000 eru vorðin heimleys. Tann materielli skaðin er ovurstórur.
ST sigur, at tað er stórur tørvur á hjálp, og talsmaðurin hjá Ban Ki-moon, aðalskrivara, sigur við tíðindastovurnar, at ST er til reiðar at samskipa eitt altjóða hjálpartiltak.
Filipinski tilbúgvingarmálaráðharrin, Benito Ramos, sigur, at tann fremsta uppgávan hjá myndugleikunum er at finna tey næstan 400 fólkini, sum ikki eru komin afturíaftur eftir ódnarveðrið. Hann sigur, at higartil hevur stjórnin megnað at hýsa 177.000 av teimum 250.000, sum hava mist hús og heim, men at talan er um fyribilsbústaðir.
Bopha er tann ringasta ódnin, sum hevur herjað Filipsoyggjarnar í ár.