470 milliónir afturat í ílegginum

Hilmar Jan Hansen tosar við Regin Jacobsen, stjóra á Bakkafrost.

Hálvársroknskapurin hjá Bakkafrost fyri fyrra hálvár 2014 staðfestir, at væl stendur til hjá Bakkafrost. Norskir miðlar hava latið seg bergtaka av úrslitunum og siga, at Bakkafrost er í serflokki innan laksavinnuna.

 

Les eisini 213 milliónir í yvirskot fyrra hálvár http://www.in.fo/news-detail/news/213-millionir-i-yvirskot-annan-arsfjording/

 

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost fyri 1. hálvár 2014 var 398 milliónir fyri skatt og 213 milliónir eftir skatt samanborið við ávikavist 274 milliónir og 252 milliónir 1. hálvár 2013.

 

Hilmar Jan Hansen tosaði við Regin Jacobsen, stjóra á Bakkafrost. Trýst á pílin undir myndini fyri at lurta eftir samrøðuni.

 

- Hetta hálvárið vísir okkara hægsta vinning í mun til rakstur nakrantíð, sigur Regin Jacobsen.

 

Serliga eru tað liðugtvørurnar, fiskamjøli og lýsi, sum hava tryggjað góða úrslitið, eftir at laksaprísirnir eru lægri enn í fyrsta ársfjórðingi.

 

Spurdur, um hvussu evropeiska handilsboykotti móti Russlandi fer at ávirka Bakkafrost, sigur Regin Jacobsen, at tað kann hugsast, at Bakkafrost fer at selja nakað meiri laks til russiska marknaðin, men at teir hava støðugt selt laks til Russlands hvørja viku í fleiri ár longu, so tað er sum so einki nýtt.

 

- Vit leggja nú 470 milliónir afturat í íleggingarætlanina, fyri at byggja fleiri og størri smoltstøðir, so at vit um tvey ár koma upp á eini 200-300 grams stødd í okkara smoltútseting. Harafturat verður byggingin av bygninginum á Glyvrum gjøgnumførd skjótari enn ætlað, sigur Regin Jacobsen, stjóri, at enda.