4,7 prosent meira í inntøku í 2016

Tórshavnar kommuna roknar við inntøkuvøkstri næsta ár, hóast kommunuskattaprosentið lækkar

Tórshavnar kommuna roknar við inntøkuvøkstri næsta ár, hóast kommunuskattaprosentið lækkar.

 

Sambært fíggjarætlanini fyri 2016, so eru samlaðu inntøkurnar mettar at verða 836 milliónir krónur borið saman við 810 milliónir krónur fyri 2015. Vøksturin er 3,3 prosent. Av hesum eru rakstrarútreiðslurnar mettar at verða 641 milliónir krónur borið saman við 625 milliónir krónur fyri 2015. Munurin er 2,6 prosent.

 

Samlaðar útreiðslur eru mettar at verða 673 milliónir krónur. Stuðul til rentuútreiðslur lækkar soleiðis, at samlaði vøksturin í útreiðslum verður 1,8 prosent. Í 2016 eru settar av 339 milliónir krónur til íløgur.

 

Sambært inntøkumetingunum fyri 2016 verður kommunuskatturin mettur at verða 672 milliónir krónur, og tað er ein hækking upp á 4,7 prosent borið saman við fíggjarætlanina fyri 2015.

 

Inntøkumetingin byggir á eina framskriving av persónskattinum fyrstu 8 mánaðirnar í 2015 umframt eina hækking upp á 2 prosent, sum liggur nakað undir útlitinum fyri búskaparvøkstri sambært búskaparfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum á heysti 2015.