Klaksvíkar Kommuna hevur latið 47 grundstykki til húsabygging Skjótt verða 47 grundstykki í Klaksvík bjóðað út. Tað er felagið Kanjon, ið letur húsini byggja. Húsabyggingin fer væntandi í gongd um ársskiftið.
Grundstykkini eru millum Hjalla, har sera gott útsýni er yvir býin. Sambært Klaksvíkar Kommunu, eru brøvini um grundstykkini longu send umsøkjarunum.