47 fólk á Setrinum hava skyldu at granska

Granskarar á Setrinum góvu út slakar 300 vísindaligar greinar í fjør

Av teimum 128 akademisku starvsfólkunum á Fróðskaparsetrinum í 2020 hava 47 fólk granskingarskyldu, tey kalla. Tað vil siga, at hesi hava skyldu til at granska ein part av arbeiðstíðini, umframt at tey eisini undirvísa.

 

Í ársverkum eru tað 43,5 ársverk av 102 ársverkum.

 

Kynsbýtið millum tey, ið hava granskingarskyldu, er 32 prosent kvinnur og 68 prosent menn, meðan kynsbýtið er nakað javnari millum starvsfólk uttan granskingarskyldu – ávikavist 53 prosent kvinnur og 47 prosent menn.

 

Granskarar á Fróðskaparsetri Føroya góvu 299 vísindaligar greinar út í fjør. Av teimum vórðu 152 útgivnar í javnlíkamettum, altjóða vísindaligum tíðarritum

 

Magni Mohr, sum er professari og prorektari fyri gransking á Fróðskaparsetri Føroya, er væl nøgdur við gongdina.

 

– Talið av vísindaligum útgávum frá setursgranskarum er fleirfaldað, og dygdin er vaksin, um samanborið verður við støðuna fyri fáum árum síðani. Á hvørjum ári verður farið undir krevjandi ph.d.-verkætlanir, og formlig granskingarsambond eru ment til granskingarstovnar um allan heim, umframt at Setrið er partur av granskingardeplum í Føroyum, sigur Magni Mohr í fororðum til nýggju ársfrágreiðingina um granskingina á Setrinum í 2020.

 

– Í dag er gransking á Fróðskaparsetrinum væl ment, og serstakliga gleðiligt er tað stóra fjølbroytnið í granskingarøkjum, skrivar hann og leggur aftrat, at Setrið eisini á fyrsta sinni hevur fingið eina Granskingar- og framtakseind, sum arbeiðir við skráseting av granskingini, góðskumenning av umsóknum um granskingarstuðul og av føstum mannagongdum í tí vísindaliga arbeiðinum.