Covid-19 ger nógv um seg í okkara grannalondum í løtuni.
Nýggjastu tølini í Svøríki siga, at her vórðu skrásettir heili 4697 nýggir smittutilburðir seinasta samdøgnið, og 21 fólk í Svøríki hava latið lív av sjúkuni seinastu 24 tímarnar.
Higartil hevur covid-19 kravt heili 6022 mannalív í Svøríki. Hetta er eitt nógv størri tal enn bæði í Danmark og Noregi. Í Danmark eru 738 fólk deyð og í Noregi 285.
Í Danmark hava 1427 fólk fingið staðfest covid-19 seinasta samdøgnið, og hetta er met sæð yvir eitt samdøgur, síðan farsóttin byrjaði at gera um seg.
Talið av fólki í Danmark, sum eru innløgd við covid-19, er í løtuni 191, og her eru skrásett fimm deyðsføll seinasta samdøgnið.
Í Noregi veksur eisini talið av fólki, sum verða løgd inn á sjúkrahús. Fyri nøkrum vikum síðan var talið umleið 16, men nú eru 87 fólk innløgd, harav 15 seinasta samdøgnið.