46.831 smittað í eitt samdøgur í Danmark

Seinastu tvey samdøgrini hevur Danmark havt ávikavist 40.626 og 46.831 nýggjar smittutilburðir við covid-19.

Statens Serum Institut sigur, at 3.160 av teimum smittaðu seinasta samdøgrið hava áður havt korona.

Danmark setir nú met í koronu-smittu fleiri dagar á rað, og seinasta samdøgur var talið av nýggjum smittaðum næstan líka stórt, sum fólkatalið í Føroyum - ella neyvt 46.831.

 

Tey smittaðu seinasta samdøgrið eru funnin í tilsamans 268.092 PCR-kanningum. 

 

Í gjár - hósdagin - var talið av nýggjum smittaðum í Danmark 40.626.

 

Statens Serum Institut veit at siga, at heili 3.160 av teimum smittaðu seinasta samdøgrið hava áður havt covid-19. 

 

244 fólk eru løgd inn á sjúkrahús, men onnur eru eisini útskrivað. Samlaða talið av innløgdum minkaði seinasta samdøgur við 12 og er nú 813.

 

Tað eru tó ikki øll í hagtølunum, sum liggja á sjúkrahúsi, tí tey hava covid-19. Summi eru innløgd, tí tey hava aðrar sjúkur ella heilsutrupulleikar.

 

Hóast talið av innløgdum í Danmark er stórt í løtuni, vóru tó enn fleiri innløgd fyri umleið einum ári síðan, tá talið var 964.

 

Heilsumyndugleikarnir halda, at hetta er eitt greitt tekin um, at fólk ikki gerast eins sjúk av omikron sum av øðrum koronu-frábrigdum.

 

 

 

 

 

Statens Serum Institut sigur, at 3.160 av teimum smittaðu seinasta samdøgrið hava áður havt korona.