Stjórnin hjá amerikanska forsetanum, Barack Omaba, hevur nú avdúkað identitetinum hjá 46 fangum á Guantanamo-herstøðini á Kuba, sum USA framvegis vil hava at verða sitandi sum fangar.
USA heldur, at hesir fangarnir ikki kunnu ákærast og førast fyri rættin, men at teir kortini eru ov vandamiklir til at verða latnir leysir.
Á listanum, sum avísin Miami Herald hevur fingið hendur á, standa 26 menn úr Yemen, 12 úr Afghanistan, tríggir úr Saudiarabia, tveir úr Kuwait, tveir úr Libya, ein úr Kenya, ein úr Marokko og ein úr Somalia.
Eftir at listin var gjørdur, eru tveir av afghanunum deyðir, tí annar beindi fyri sær og hin doyði av einum hjartatilburði, og tí er nú talan um 46 navngivnar fangar, sum skulu verða sitandi í Guantanamo.