4500 fólk smittað síðan ársskiftið

Koronusmittan hevur ongantíð áður smittað so illa í Føroyum

Síðan ársskiftið hava 4.487 fólk fingið staðfest covid-19 smittuna. Ongantíð áður hevur so nógv smitta verið í Føroyum um somu tíð.

 

Omikron frábrigdið av covid-19 smittar verri enn onnur frábrigdi, og tí hevur smittan spjatt seg skjótari enn áður. Tilmælini hjá myndugleikunum hava heldur ikki verið so strong, sum tey vóru í 2020, tí mett hevur ikki verið neyðugt at avmarka og tálma smittuúrbreiðsluna á sama hátt.

 

Omikron frábrigdið hevur als ikki sama tal á innleggingum á sjúkrahús við sær, og tað verður brúkt sum eitt av barometrunum, ið stýrt verður eftir.

 

Samanlagt hava 10.584 føroyingar fingið staðfest covid-19 smittuna. Í løtuni eru 2654 fólk smittað. Fimm fólk eru innløgd vegna koronu.