450 børn á barnadansistevnu í Vági leygardagin

Bólkurin Hamradun fer at seta sín dám á stevnuna.

Leygardagin verður stór Barnalandsdansistevna í Vági. Umleið 450 børn og vaksin  hava meldað luttøku.

 

 

Stevnan, sum verður hildin á Eiðinum í Vági, verður sett av Kalu Vilhelm leygarmorgunin kl. 10

 

Á stevnuni verður umframt føroyskur dansur gjørdar útferðir,  eisini fer bólkurin Hamradun at seta sín dám á stevnuna.

 

Tað eru Jómsvíkingar sum standa fyri stevnuni.