45 ára starvsdag hjá Tryggingarfelagnum Føroyar

1. september 2004 eru liðin 45 ár síðan Elinborg Johannesen í Havn byrjaði sum skrivstovunæmingur hjá Tryggingarsambandinum Føroyar.

Tryggingarsambandið var tá stutt frammanundan flutt frá Tinganesi yvir á Kongabrúnna.

Elinborg arbeiddi í mong ár við bil- og á sjóvátrygging. Nú er hon á vinnudeildini.

Tá hon byrjaði í 1959 vóru einans 9 starvsfólk í felagnum við stjóranum, í dag eru tey langt yvir 100. Alt arbeið varð gjørt manuelt, ongar kopimaskinur vóru. Einans skrivimaskinur og kalkerpappír.

Elinborg hevur arbeitt undir fýra stjórum: Thomas Thomasen, Marius Thomasen, Jens Petur Arge, og núverandi stjóranum Gunnar í Liða.

Elinborg er 62 ár og ættað úr Kvívík, dóttir Binu, f. Nysted, og Jørgin Danielsen úr Kvívík.

Hon er gift við Árna Johannesen, ættaður úr Fuglafirði, tey eiga tveir synir, Jørgin og Kristjan, sum báðir búgva í Havn.