Vanlukka
Um 9-tíðina páskamorgun fekk løgreglan í Havn fráboðan um, at ein maður fleyt á vánni í Vestmanna. Tað var onkur av manningini á einum russiskum skipi, sum liggur á Vestmanna, ið bað vestmenningar boða løgregluni frá hesum.
Bæði løgregla, lækni og fólk frá bjargingarfelagnum fóru á staðið, men tað vísti seg, at maðurin var druknaður.
Løgreglan heldur alt benda á, at maðurin hevur verið áhaldsin og er dottin á sjógv.
- Vit hava fingið at vita, at vestmenningurin, sum var 45 ára gamalur, hevði eftirlit við onkrum av trolarunum í Vestmanna, sigur Jón Karlson.
Málið kannað
Tá ið Sosialurin tosaði við løgregluna týsmorgunin, hevði líksýn ikki verið.
- Tað framgongur ikki, at maðurin hevur verið saknaður, men vit vita ikki í løtuni, hvussu leingi hann hevur verið deyður, áðrenn hann varð funnin.
Løgreglan sigur, at hóast einki bendir á, at nakað kriminelt er tengt at hesum málinum, so verður vanlukkan kannað.
- Vit vilja altíð hava at vita, nær ein slíkur persónur seinast er sæddur, hvørjum hann var saman við, og hvussu støðan annars var, sigur Jón Karlson á Politistøðini í Havn.










