Teir hava ígjøgnum sløk 45 ár sungið regluliga á møtum kring landið. Fyri 38 árum síðani góvu teir LP og kassettuband út. Og nú eru teir aftur aktuellir við nýggjari útgávu.
Kvartettin í Betesda hevur verið í Nashville og spælt tónleikin inn til nýggja fløgu, sum kemur út leygardagin. Fløgan kallast Dýrdarlandið og inniheldur 13 sangir.
- Nú hava vit skjótt 45 ár á baki, og tí hildu vit, at tað var eitt gott hugskot at geva eina nýggja fløgu út. Mong hava spurt eftir einari útgávu frá okkum, og nú bleiv tað so, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, sum er ein av sangarunum í Kvartettini í Bestesda.
Beiggi Steinbjørn, Eyðun Jacobsen, var fyri kortum í Nashville og tók upp, og hann mælti til, at teir fóru til USA at taka upp.
- Tað var leyst og liðugt frá okkara síðu, og vit høvdu eina framúr ferð til Nashville, har vit brúktu eina slaka viku til upptøkur og annars fingu góðar upplivingar har yviri, sigur Steinbjørn.
Eyðun var eisini við á ferðini, og tað var Jógvan Mortensen, sum hevur vant røddirnar hjá Kvartettini, eisini.
Konsert
Og nú er ætlanin komin so langt, at leygarkvøldið verður útgávukonsert við Kvartettini, og tá verður fløgan eisini løgd fram. Roknað verður við, at nógv fólk fara at leita sær í Badmintonhøllina í Klaksvík leygarkvøldið at hoyra góðu, gomlu Kvartettina syngja.
- Vit hava ongantíð havt útgávukonsert fyrr, men vit fyrireika okkum so gott, vit kunnu, og koma at syngja saman við tónleikarum, sum flestu hava spælt við okkum, sigur Steinbjørn O. Jacobsen.
Kvartettin fer eisini at framføra nakrar sangir sum singback. Tað vil siga, at teir syngja til tónleikin, ið er innspældur til fløguna. Hetta gera teir fyri at geva fólki eina hóming av, hvussu tónleikurin á fløguni ljóðar.
- Vit ætlaðu at hava konsertina í nýggja Betesda, men tað eydnaðist ikki, tí arbeiðið er seinkað. Nú er fløgan liðug, og vit kunnu ikki bíða longur við útgávukonsertini, og tí hava vit valt at hava konsertina í Badmintonhøllini, sum eisini er góður karmur fyri slíkt tiltak, hóast tað ikki er ein konsertsalur, sigur hann.
Útgávukonsertin er ókeypis at fara til, og umframt Kvartettina í Betesda fer bólkurin Zamar eisini at framføra.