Verður tað bert ein vinnari í dráttinum í Onsdagslotto í kvøld, setur viðkomandi met við 45 milliónum krónum. Hetta krevur tó, at sonevnda supertalið verður drigið. Tað gongur fyri seg á tann hátt, at undan sjálvum dráttinum verður eitt tal drigið, sonevnda supertalið. Verður hetta talið drigið aftur í sjálvum dráttinum, falla allar tær milliónirnar, sum eru í superpuljuni, til gjaldingar.
Superpuljan er nú komin upp á 35 milliónir, og tá tað eru 10 milliónir í vanligu puljuni, verður vinningurin tilsamans 45 milliónir.
Størsti vinningur higartil til ein einstakan spælara er 38,5 milliónir krónur ? eisini eitt slags pengar!









