45 fólk fingu løstir í ukrainska høvuðsstaðnum

- Av teimum 45, sum fingu løstir av niðurskotnu rakettunum hjá fíggindanum, vórðu 18 løgd inn á sjúkrahús, og millum hesi vóru tvey børn, sigur borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko.

Borgarstjórin í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, Vitalij Klitsjko, sigur, at 45 fólk fingu løstir, tá vraklutir av niðurskotnum russiskum rakettum raktu.

Sambært borgarstjóranum var tað í Dniprovskyj-økinum, at vraklutirnir raktu.

 

Loftávaringin í høvuðsstaðnum fór í gongd í nátt, og vitnir siga, at tey hoyrdu spreingingar.

 

- Av teimum 45, sum fingu løstir av rakettunum hjá fíggindanum, vórðu 18 løgd inn á sjúkrahús, og millum hesi vóru tvey børn. 27 onnur fingu hjálp á staðnum.

 

Borgarstjórin veit at siga, at fólk í einum íbúðarbygningi vóru flutt burtur, og neyðhjálparfólk stríddust við at sløkkja eldar, sum stóðust av niðurskotnu rakettunum.

 

- Á einum barnasjúkrahúsi brotnaðu rútar, og høvuðsinngongdin fór í knús. Eldur kom eisini í tvey privat sjúkrahús, veit borgarstjórin, Vitalij Klitsjko, at siga.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi úr ukrainska høvuðsstaðnum tíðliga í morgun.