Í minsta lagi 45 fólk doyðu, tá tvær sjálvmorðsbumbur brustu uttan fyri eina stóra vápnaverksmiðju í Pakistan í dag Pakistonsku myndugleikarnir siga, at tveir sjálvmorðsbumbumenn sprongdu seg í luftina við høvuðsdyrnar til vápnaverksmiðjuna, sum er tann størsta í Pakistan.
Atsóknin var, júst sum vaktarskifti var á verksmiðjuni, og umframt tey 45, sum doyðu, vórðu nógv fólk særd.
Taleban hevur boðað frá, at tað vóru tveir av teirra limum, sum sprongdu tær báðar bumburnar.










