44 ár síðani Sjálvstýri hevði borgarstjóran

Tað kann væl vera, at Sjálv­stýr­is­flokk­urin týskvøldið kem­ur ­í lyklastøðu, og har­við hevur møguleikan at gera av, um tað skal vera Gun­vá við Keldu, ið hevur ver­ið borgarstjóri hetta val­skeið­ið, ella tað skal vera ein annar, sum skal sita í for­mans­sess­i­num í Klaksvíkar býráð.

Hetta valskeiðið hev­ur Jógvan Skorheim eins­a­mallur umboðað Sjálv­stýr­is­flokk­in í bý­ráð­num. Hann hevur ver­ið í sam­gongu við Fólk­a­flokk­in, og tað hevur borið næst­formanssessin í bý­ráð­num við sær.
Um Sjálv­stýr­is­flokk­ur­in kem­ur í lykla­støðu, so er møgu­­leiki fyri, at Tjóð­veldi, Javn­að­ar­flokk­ur­in og Sam­bands­flokkurin – um hann verður um­boð­að­ur – sum fara at bjóða Jógvani Skorheim for­mans­sessin.
Í síni tíð var Sámal Pet­er­sen, sum seinni var bæði ting­mað­ur og lands­stýr­is­mað­ur fyri Sjálv­stýr­is­flokk­in, for­mað­ur í sókn­ar­s­týr­i­num í Klaksvík.
As­bjørn Joensen lyfti arv­in eftir Sámal Pet­er­sen. Áðrenn hann fór upp í lands­poli­tikk, var hann formaður í sókn­arstýrinum í Klaksvík í 1967 og 1968. 44 ár eru liðin, síð­ani Sjálvstýrisflokkurin síðst sat við róðrið í Klaks­vík. Síðani hevur Fólka­flokkurin átt for­manesessin í 20 ár, Tjóð­veldi í fjúrtan ár, Javn­að­ar­flokk­ur­in í níggju ár og Sam­bands­flokkurin í eitt ár – í 1970.
So er spurningurin, um Jógv­an Skorheim týsdagin kem­ur í støðu, har tað ber hon­um til at verða valdur til býráðsformann, og um hann fer at taka av, ella um hann tá heldur velur at halda fram í samgongu við Fólkaflokkin, sum er og sambært kanningini framvegis fer at verða nógv størstur í Klaksvíkar býráð.