44 prosent í Svøríki vita ikki hvør landsliðsvenjarin er

Í kvøld klokkan 18 skal danski landsliðvenjarin hjá Svøríki royna seg móti Danmark

Mynd: Scanpix

Í kvøld klokkan 18 spæla Danmark og Svøríki venjingarlandsdyst í Parkini í Keypmannahavn.

 

Talan er um landsdyst nummar 108 millum Danmark og Svøríki. Fyrsti landsdysturin millum liðini var leiktur í 1913.

 

Fyri Danmark er talan um týdningarmikla fyrireiking undan EM-endaspælinum. Danmark er í innleiðandi bólki saman við Slovenia, Onglandi og Serbia.

 

Landsliðsvenjari hjá Svøríki er Jon Dahl Tómasson, ið er søguligur málskjútti hjá Danmark við 52 málum.

 

Jon Dahl Tómasson, ið hevði íslendskan abba - harav kemur eftirnavnið - tók fyri stuttum við starvinum sum landsliðsvenjari hjá Svøríki.

 

Ein kanning gjørd millum 1.145 svenskar, ið greiningarfyritøkan, Indikator stendur fyri vísir, at lutfalsliga fáir svenskarar vita hvør Jon Dahl Tómasson er. Heili 44 prosent søgdu seg ikki kenna navnið á landsliðsvenjaranum. 

 

Tað er margháttligt, tí fótboltur er saman við íshokki best umtókta ítróttargreinin í Svøríki. 

 

TV2, ið er millum rásirnar hjá Televarpinum vísir dystin millum Danmark og Svøríki. Trýstið er á Danmark, tí teir skulu til EM-endaspælið. Tað skal Svøríki ikki.

 

 

 

 

 

 

 


 

 

Mynd: Scanpix