4,4 milliónir meiri í Klaksvík

Klaksvíkar kommuna hevur higartil í ár fingið 3,7 prosent meiri í skatti enn sama tíðarskeið í fjør

Tað sæst aftur á skattatølunum, at tað er nógv virksemi í Klaksvík. Tíggju teir fyrstu mánaðirnar er inntøkan í ár 3,7 prosent hægri, enn hon var tað sama tíðarskeið í fjør.

Í ár er inntøkan 123.121.557 krónur, meðan hon í fjør var 118.728.387 krónur. Meirinntøkan í ár er harvið 4.393.170 krónur.

Skattaprosentið í Klaksvík er tað sama, sum tað var í fjør – 21,75.

Í Kunoyar kommunu er inntøkan higartil í ár umleið tann sama, sum hon var í fjør. Higartil í ár er inntøkan 2.736.499 krónur, sum er 6.286 krónur ella 0,23 prosent meiri enn í fjør. Skattaprosentið í Kunoy er 18,0 –í ár og eisini í fjør.

Í Fugloyar kommunu er inntøkan 8,73 prosent lægri higartil í ár sammett við í fjør. Inntøkan tíggju teir fyrstu mánaðirnar er 1.026.460 krónur ella 98.164 krónur minni enn í fjør. Skattaprosentið í Fugloy er tað sama sum í fjør – 16,0.

Í Viðareiðis kommunu sæst tað væl á tølunum, at skattaprosentið er hægri í ár, enn tað var í fjør. Prosentið í ár 22,5, meðan tað í fjør var 21.2. Tølini siga, at fyribils skattainntøkan er vaksin 18,16 prosent ella 1.135.533 krónur. Tíggju teir fyrstu mánaðirnar er inntøkan 7.389.052 krónur.

Í Húsa kommunu er skattaprosentið tað sama, sum tað var í fjør – 20,0. Har er fyribils skattainntøkan vaksin 24,27 prosent ella 235.650 krónur. Inntøkan higartil í ár er 1.206.416 krónur.

Í Hvannasunds kommunu er inntøkan higartil í ár 6,19 prosent lægri, enn hon var í fjør. Tað svarar til 580.936 krónur. Inntøkan higartil í ár er 8.801.445 krónur. Skattaprosentið í Hvannasunds kommunu er tað sama sum í fjør – 20,5.