44 metrar um sekundið á Norðradalsskarði

Illveðrið ber við sær, at ferðaætlanin hjá bæði Smyrli og Ternuni eru órógvaðar

Vindurin vekstur støðugt. Sambært lv.fo er tað rættuliga ymiskt, hvussu hann er ættaður kring landið, nú lágtrýsið er so nær Føroyum. Vindstyrkin er eisini rættuliga ymisk. Mesti vindurin í løtuni er á Norðradalsskarði, har tað í hvirlunum er upp í 44 metrar um sekundið av útsynningi. Forsøgnin sigur, at vindurin fer at vaksa, sum tað líður út á kvøldið.

Veðrið ávirkar siglingina hjá bæði Smyrli og Ternuni. Sambært heimasíðuni hjá Strandferðsluni, so fer Ternan fyri síðstu ferð í kvøld av Havnini klokkan 19 og úr Nólsoy klokkan 19.25.

Smyril siglir ikki meiri í dag, og í morgin er ferðaætlanin broytt. Á ssl.fo verður sagt, at Smyril fer at Krambatanga sunnumorgunin klokkan 7.00, og at hann fer av aftur Havnini klokkan 9.30. Túrarnir í morgin av Krambatanga klokkan 17.30 og av Havnini klokkan 20.00 verða ikki sigldir.