430.700,- fyri listaverkini hjá Ebbu Hentze

Leygardagin var uppboðssøla av listaverkum, ið lógu eftir Ebbu Hentze, sálu og sambært Rithøvundafelagnum var sera stórur áhugi.

 

 

 

 

- Tað er ikki gerandiskostur at listaverk eftir eitt nú William Heinesen, Janus Kamban, Torbjørn Olsen, Ingálv av Reyni við fleiri verða seld á uppboðssølu í Føroyum og fleiri av verkunum vóru rættiliga virðismikil, skriva tey í tíðindaskrivi í kvøld.

 

 

 

Tað var Listasavn Føroya, sum upprunaliga arvaði øll listaverk eftir Ebbu Hentze. Savnið segði tó arvin frá sær og segði seg ei heldur hava umstøður at varðveita listaverkini. Tískil fall arvurin til Rithøvundafelag Føroya í lut. Felagið hevur tó eingi høli og ongar umstøður at varðveita so virðismiklar lutur. Tískil varð avgjørt at selja listarverkini á uppboðssølu.

 

 

 

- Øll listaverkini vórðu seld og tilsamans komu 430.700 kr. inn. Av hesum skal uppboðshaldaran hava fyri sítt yrki. Tað sum eftir er, verður flutt á serstaka konto og skal við tíðina onkursvegnu nýtast sum styrk hjá ungum rithøvundum, eftir ynskju frá Ebbu Hentze, skrivar Rithøvundafelagið.