43 tons fyri 752.000 krónur

Miðalprísurin á Fiskamarknaði Føroya í morgun var 17,40 krónur fyri kilo. Mest var av toski, havtasku og hýsu. Fiskamarknaður Føroya hevur í morgun selt góð 43 tons av fiski á uppboðssølu fyri stívliga 752.000 krónur. Hetta gevur samanlagt ein miðalprís fyri øll fiskasløgini á 17,40 krónur fyri kilo.

Mest var av toski, umleið 26 tons tilsamans, og her fekk toskur 4, sum mest var av, miðalprísin 12,44.

Eini 6 tons vóru av hýsu. Nøgdirnar av hýsu 2 vóru tær størstu, og miðalprísurin var 12,37.

Góð 10 tons vóru av havtasku, og her var miðalprísurin 30,54 krónur fyri kilo.

Lítið og einki av øðrum fiskasløgum var á søluni hjá Fiskamarknaði Føroya í morgun.