59 flóttar druknaðir við italsku strondina – 80 funnin á lívi

Ein bátur við ov nógvum fólki umborð gekk burtur uttan fyri Calabria í illveðri. Tað endir fáar dagar eftir at Italia herdi lógina

Italska sjóverjan upplýsir, at tey hava funnið 59 deyð fólk, eftir at ein ov fullur bátur við ólóglugm migrantum í morgun gekk burtur út fyri strondina í Calabria.

 

Bjargingarfólk á strondini nærindis Cutro í Calabria bera druknað fólk á land, eftir at ein bátur gekk burtur í syðra parti av Italia. - Foto: Giuseppe Pipita/Ritzau Scanpix

Tað vóru umleið 150 fólk við bátinum, sum royndi at koma um Miðarhavið í illveðri.

Tey hava funnið 80 fólk á lívi sambært sjóverjuni, skrivar tíðindastovan Reuters.

Bjargingartænastan leitaði í morgun framvegis eftir fólki á lívi, eftir at tey druknaðu vóru skolað upp á strondina í Steccato di Cutro, sum er ein frítíðarstaður í Crotone-landspartinum.

Millum tey druknaðu var eitt fáar mánaðir gamal barn.

Veðurviðurskiftini í økinum vóru trupul. Ta segði ein talsmaður fyri bjargingartænastuna. Sambært fleiri miðlum var burturgingni báturin eitt fiskifar.

Sambært tíðindastovuni Ansa brotnaði báturin í ringum sjógvi.

 

##med2##

Báturin skal sambært fyribils upplýsingum hava havt flóttar úr Pakistan, Iran og Afganistan umborð.

Vanlukkan hendir fáar dagar eftir at italska høgra-stjórnin samtykti eina nýggja lóg um bjarging av migrantum. Landsins forsætisráðfrú, Giorgina Meloni, er forkvinna í flokkinum Brøður Italia. Hn vann í fjør valið í Italia. Hon lovaði millum annað at forða fyri teimum mongu migrantunum til Italia.

Nýggja lógin tvingar bara at seta í verk eina bjarging á havinum í senn. Tað skrivar AFP.

 

##med3##

Ein av teimum seinastu hendingunum frá fyrst í februar, tá italska sjóverjan fann átta deyðar migrantar í einum báti. Tá vóru 42 fólk umborð, sum enn vóru á lívi.

Landafrøðiliga staðsetingin tætt við Norðurafrika ger tað dragandi hjá ólógligum flóttum at brúka syðra Italia sum portur til Evropa.

Landið hevur í fleiri á kært seg um streymin av flóttum. Italia hevur tí biðið ES um hjálp til at handfara støðuna og forða fyri at fólk doyggja í Miðalhavinum.

Sambært Italsku stjórnini eru tað higartil komin umleiða 5000 flóttar til landið í eitt ár.

Sama tíðarskeið í fjør var talið yvir 3000.

 

##med4##

Sambært altjóða felagsskapin fyri Migratión doyðu ella hvurvu 1377 fólk í royndini at fara um Miðalhavið í fjør.

/ritzau/

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

Bjargingarfólk á strondini nærindis Cutro í Calabria bera druknað fólk á land, eftir at ein bátur gekk burtur í syðra parti av Italia. - Foto: Giuseppe Pipita/Ritzau Scanpix