43.966 kr. aftur og fram til Billund!

Ólavur í Beiti, rithøvundur

 

Nú veit eg ikki, hvussu Atlantic Airways er skrásett hjá Amadeus – altjóða flogdatabasuni – ella hvørji skipan felagið er við í, men skalt tú bíleggja tær ein ferðaseðil úr Sørvági og til eitt nú Manila, so er kostnaðurin 51.671 krónur.

 

Skalt tú út at ferðast og fert inn á onkra bíleggingarsíðu – HYPERLINK "http://www.kilroy.dk/" www.kilroy.dk, HYPERLINK "http://www.travelstart.dk/" www.travelstart.dk – hetta eru bert tvær av teimum mongu síðunum á alnetinum, sum eru, ja, so er ferðaseðilin millum Føroyar og útheimin ikki smávegis dýrur!

Eg veit ikki, hvussu Atlantic Airways er skrásett í hesum ymisku databasum – kenni ikki mekanismunarnar aftanfyri - og á hesum ymisku heimasíðum, har gjørligt er at bíleggja sær ferðaseðil, men sambært mínum dømi, so kostar ferðaseðilin millum Sørvág og Billund - 43.966 krónur.

 

Travelstart

Mítt dømi er á heimasíðuni hjá HYPERLINK "http://www.travelstart.dk/" www.travelstart.dk, sum er ein sera góð heimasíða. Eg skal bíleggja mær ein ferðaseðil – aftur og fram – úr Sørvági og til Manila. Hetta er bert eitt dømi, og eg skal siga beinanvegin, at við hesum kostnaðinum, so fari eg ongan veg!

Eg velji tveir dagar í november 2007 úr Sørvági og til Manila, og undir ferðafrágreiðingini verður ferðin soleiðis: Sørvágur-Billund, Billund-Frankfurt, Frankfurt-Manila – og kostnaðurin kemur so út – 51.408 krónur. Báðar vegir!

So geri eg eina nýggja roynd, tí eg veit, at prísurin er nógvar ferðir lægri, brúki somu dagar, men skrivi Billund-Manila ístaðin fyri Føroyar-Manila, og nú er kostnaðurin 7442 krónur, tvs at ferðaseðlaprísurin millum Sørvág-Billund er 43.966 krónur.

Nú veit eg heldur ikki, hvat hendir, um eg bíleggi ferðaseðilin á heimasíðuni hjá Travelstart, um maskinan góðtekur hetta ella ikki. Og eg veit heldur ikki, um so er at tað riggar, um Atlantic Airways fær hesa risa upphædd fyri ferðaseðilin, og eg veit heldur ikki, um nakar hevur bílagt ferðseðil á hesi bíleggingarsíðu, og at tað so er avroknað við Atlantic Airways aftaná.

Men, hvat hendir, um tú bíleggur ein ferðaseðil úr Føroyum og eitt nú til Manila – tað hevði verið áhugavert at vitað!

Og eg havi heldur ikki roynt at bílagt mær ein ferðaseðil úr Manila til Sørvágs. Og um so er at kostnaðurin er tann sami, so er einki at siga um, at fólk setast aftur, tá ið tey síggja sovorðin tøl.

 

Kilroy

Gjørdi eisini somu roynd á HYPERLINK "http://www.kilroy.dk/" www.kilroy.dk, og har var kostnaðurin nakað tann sami, men tá bílegði eg mær túrin í oktober 2007, og tá var farið um Aberdeen. Hetta var sjálvandi eisini bert ein roynd at vita um hetta nú var eitt eindømi, at ferðaseðilin er so óhuganliga kostnaðarmikil.

Tað hevði verið gott, um Atlantic Airways var skrásett rætt á hesum ymisku heimasíðunum, tí so hevði alt verið so mikið lættari, og so slapst tú frá fyrst at kanna á HYPERLINK "http://www.atlantic.fo/" www.atlantic.fo og síðan á hinum heimasíðunum, so var alt á einum stað!

Ein fyrimunur at hava hesar heimasíðurnar á alnetinum, har tú kanst bíleggja tær tín ferðaseðil, er júst tann, at tú hevur hesar maskinur at gera alt arbeiðið fyri teg, at fáa alt at hanga saman! Og her fær tú so eisini bílagt tær gisting og bil, og alt verður roknað út um somu tíð, og tú rindar ein kostnað og veitst júst, hvat ferðin kostar!

Og tað hevði verið hugaligt at fingið bílagt sær sín ferðaseðil á hesum ymisku alnetssíðum – hesum meira og minni altjóða síðum!