Vertur á Pirat TV á DR1 hevur savnað fleiri túsund sigarettir til donsku drotningina, nú hon er vorðin 70 ár.
-Vit halda, at tað er so synd, at allar gávurnar, hon fær, eru so keðiligar. Blomstur og pengar eru ikki serliga persónligar gávur, og sjálvt um ein er 70 ára gomul, vil ein gjarna hava eina gávu, sum kann brúkast, beint sum gávupappírið er farið av, greiðir Christian Trangbæk, sjónvarpsvertur, frá.
Christian Trangbæk hevur saman við viðverti sínum verið úti á gøtuni og savnað eina fólkagávu. Teir báðir hava biddað sigarettir frá bæði heimleysum, ferðafólkum og næmingum. Heilar 4272 varð talið at enda.
-Ein queen-size sigarettpakki, sigur hann.
Hygg, hvussu drotningin tekur ímóti gávuni her: