426 tons fyri 6 miljónir krónur

Dagurin í dag á Fiskamarknaði Føroya mundi vera ein av teimum heilt stóru í nøgd og søluvirði. Fiskamarknaður Føroya hevði ein av sínum størstu søludøgum í nøgd í dag. Seld vórðu tilsamans 426,2 tons av fiski fyri góðar 6,1 miljónir krónur.

Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var 14,44 krónur fyri kilo.

Rættiliga nógvur toskur var á marknaðinum, eini 230 tons tilsamans. Mest var av toski 3, góð 84 tons tilsamans, og her var miðalprísurin 15,33 krónur fyri kilo.

Góð 80 tons vóru av hýsu, og besti miðalprísurin var 12,62.

Á marknaðinum í dag var eisini væl av brosmu, longu og havtasku. Besti miðalprísur á brosmu var 7,65, og besti prísur á longu var 13,19 krónur fyri kilo.

Besti miðaprísur á havtasku var 23,77.

Tað er sjáldan, at nøgdirnar, sum seldar verða á Fiskamarknaði Føroya í ein dag, eru so stórar, sum tær vóru í dag.

Ein samlaður miðalprísur á 14,44 er ikki hin rigasti, ið verið hevur yvir eina longri tíð.

Tvørturímóti.

Vanliga liggur miðalprísurin á Fiskamarknaði Føroya fyri øll fiskasløgini samanlagt millum 12 og 13 krónur fyri kilo, um ikki serliga nógv er av havtasku í mun til av øðrum fiskasløgum.