425 milliónir í pensjón til politikarar

Ein risastór rokning fyri pensjónir til pol­itikarar liggur og bíðar landskassanum.

Eftirlønarskyldan hjá landskassanum fyri politikarar er 425 milliónir krónur. Tað vísir landskassaroknskapurin, sum Sosialurin hevur kagað í.

Sosialurin hevur eisini tosað við løgtingsforkvinnuna, sum fer at leggja uppskot fyri tingið um at broyta lønar- og pensjónsskipan hjá løgtingsfólki. Men tað eru løgtingsfólk sjálvi, sum gera av, um tey siga frá sær sera gullrandaðu pensjónsskipanina, tey hava.

 

 

Lesið eisini 

• um Svanbjørg Manai, sum fann kærleikan í Grikkalandi 

• og um Vígdis hjá MEA, sum ráðgevur um góða parlagið.

 

Sosialurin verður borin haldarum í dag og fæst í leysasølu kring landið. 

Haldarar kunnu eisini lesa blaðið á www.sos.fo