42 deyð av sjálvmorðsbumbu

Í minsta lagi 42 fólk doyðu, og onnur 37 vórðu særd, tá ein sjálvmorðsbumbumaður sprongdi seg í luftina í einari bygd har suðuri í Jemen í gjár. Tað siga stjórnarkeldur við fronsku tíðindastovuna AFP.

Eygleiðarar siga, at bumban var ætlað fólki úr einum ættarbólki, sum styðjar tann jemenska stjórnarherin í bardaganum við hernaðarligar islamistar.

Hetta var annað álopið í síðstu viku. Mikudagin doyðu trý fólk, tá vápnaðir menn lupu á eina løgreglustøð, og álopini vísa sambært eygleiðarum, at teir hernaðarligu islamisatarnir megna framvegis at gera um seg, hóast stjórnarherurin fær hjálp frá amerikanarunum.