411 nýggir bilar í fjør


 

Bilar


Bileftirlit Føroya hevur kunngjørt hagtølini fyri skrásettar bilar í Føroyum í fjør.

Í 2001 vóru tilsamans 411 nýggir persónbilar skrásettir í Føroyum. Hetta er nakað meira enn árið fyri, tá 394 bilar nýggir persónbilar vóru skrásettir. 1999 er kanska metár, tí tá vóru tilsamans 485 nýggir persónbilar skrásettir.

540 nýggj akfør av øllum slagi vóru skrásett í 2001, meðan 502 vóru skrásett í 2000, og hetta er ein vøkstur uppá 7,5%. 602 nýggj akfør vóru skrásett í 1999.