Á floti
Í góðveðrinum mánakvøldið stevnu tveir bátar inn í havnina í Nólsoy.
Tað sást skjótt, at ein stórur partur av teimum, ið við vóru, ikki vóru føroyingar. Men føroyingar vóru ímillum hesi. Onkur meira kendur enn annar. Tveir av teimum, sum flestu kenna, vóru Osmund Justinussen, skipaeigari og reiðari og Birgir Andreasen, sum hevur møblahandil á Hálsi.
Vit fregnaðust og skiltu skjótt, at hetta vóru fólk av trúboðaraskipinum, Doulos, sum kom á Havnina hóskvøldið og hevur ligið á Havnini seinastu dagarnar.
Osmund og Birgir høvdu bjóðað hesum fólkum ? tey flestu ungfólk - á flot og ein túr út til Nólsoyar.
Birgir segði, at fólk úr 41 londum vóru við á ferðini, og fyri mong hevði túrurin verið eitt satt upplivilsi.
- Vit hava fingið væl av fiski og fleiri teirra, sum eru við Doulos, hava ongantíð fiskað áður.
Hann segði, at fiskurin, tey fingu, var góður, og tað hendi seg meira enn so, at onkur fekk tveir fiskar á í senn.
Osmund og Birgir fóru saman við sínum fólkum úr aftur Nólsoy stutt fyri midnátt mánakvøldið.