4000 færri í norsku fiskavirkisvinnuni

Seinastu sjey árini er talið av teimum, sum arbeiða í norsku fiskavirkisvinnuni, minkað við sløkum 4.000 fólkum. Orsøkin er, at arbeiðsplássini eru vorðin nógv færri.

Tað er Fiskeriforskning, ið ber hesi tíðindi.

Fleiri stór fiskavirki eru hildin uppat, og í øðrum lagi hava virkir minkað um sítt virksemi. Aftrat hesum kemur, at virkir eru nútímansgjørd og soleiðis ikki tørva sama tal av arbeiðsfólki sum áður.

Talið av arbeiðsfólki í norsku fiskavirkisvinnuni hevur verið minkandi í fleiri ár.