400 missa arbeiði hjá Husqvarna í Svøríki

Útreiðslurnar skulu minkast við einari hálvari milliard svenskum krónum, og tað kostar arbeiðspláss.

Svenski maskinframleiðarin, Husqvarna, hevur sett sær fyri at minka um útreiðslurnar við einari hálvari milliard svenskum krónum.

 

Hetta merkir, at neyðugt verður at siga 400 fólkum úr starvi.

 

- Við einari effektivari umsiting og sterkari framleiðslu fer hetta stig at viðvirka til at tryggja framtíðarraksturin hjá samtakinum.

 

Tað sigur umsitingarstjórin í fyritøkuni, Pavel Hajman, í tíðindaskrivi.

 

Husqvarna er kendur framleiðari av einari røð av eitt nú urtagarðsmboðum, seymimaskinum og ymiskum øðrum útbúnaði.

 

Tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í morgun, leggur aftrat, at høvuðssætið hjá Husqvarna er í svenska býnum, Jönköping.