Tað hevur leingi verið tosað um styrk til Liverpool, og nú geva nýggju eigararnir í felagnum, Tom Hicks og George Gillett, grønt ljós til hesa ætlan. Teir geva venjaranum 400 mió. kr. til innkeyp, og hetta er spanski venjarin sum vera man fegin um.
- Vit hava tosað nógv um framtíðina, og hetta var frálíkt at fáa avgreitt. Nú gongur rætta vegin, sigur Rafael Benitez við enskir miðlar.
Benitez hevur brúkt í miðal 200 mió. kr. um árið at keypa leikarar við, síðan hann kom til felagið í 2004.