400 fleiri spæla nú fótbólt

Føroyingar hava tikið sera væl ímóti átakinum við heilsufótbólti. Fleiri enn 400 hava meldað seg til – harav eru 95% kvinnur

Seinastu tríggjar vikurnar hava fólk í Føroyum í stórum tali teknað seg til átakið Heilsufótbóltur hjá Fótbóltsambandi Føroya. Átakið er eitt úrslit av og uppfylging av granskingarverkætlan, sum Magni Mohr lektari á Fróðskaparsetrinum stóð á odda fyri við partvísari fígging úr Granskingargrunninum. Átakið er ment í samstarvi við granskarar á Københavns Universiteti og verður eisini roynt i Danmark.

 

Átakið gongur í stuttum út uppá, at fólk verða boðin at melda seg sum lim í einum fótbóltsfelag og við hesum limaskapi luttaka i skipaðari motiónsfótbóltsvenjing. Í granskingarverkætlanini varð staðfest, at hetta slagið av venjing hevur munandi nyttuvirðið fyri fólk, sum ikki eru í góðari venjing frammanundan, bæði í mun til konditión og heilsustøðu. Í átakinum er ætlanin at fylgja við í venjingarstøðuni hjá luttakarunum fyri at kunna staðfesta nyttuvirðið av venjingini.

 

Fleiri enn 400 hava longu meldað seg til átakið, av hesum eru næstan 95% kvinnur. Hetta hevur økt limatalið í FSF við næstan 10%.

 

Granskingarráðið skrivar á heimasíðu sínari, at ætlanin nú er at greiða frá stóra áhuganum í Føroyum og ráðstevnuni World Congress on Science & Football, sum verður í keypmannahavn í komandi viku.