400 fólk renna í dag

Tá startskotið ljóðar til árligu flaggdagsrenningina á Kongabrúnni í dag, verður tað fyri 30. ferð at runnið verður á flaggdegnum.


Ikki kann sigast annað enn, at føroyingar hava tikið elstu rennikappingina í Føroyum til sín. Rennifelagið Bragdið, ið skipar fyri renningini, upplýsir á teirra heimasíðu, at heili 400 rennarar hava meldað seg til renningina í dag.


Fyrstu ferð at skipað varð fyri flaggdagsrenning luttóku 39 rennarar, meðan upplýst verður, at metið er umleið 600 rennarar.


Sjálv kappingin byrjar klokkan 16, men start nummurini skulu heintast í Snarskivuni millum klokkan 13 og 15.